Meira um Norðuratlantiska studentaflokkin

Sum næmingur í norðuratlantiska studentaflokkinum gongur tú í flokki saman við næmingum úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Danmark tey trý árini, tú ert studentaskúlanæmingur. Tit verða ein savnaður flokkur, sum ferðast og gongur í skúla saman í teimum norðuratlantisku londunum.

Tú fert at búgva í sama býi sum floksfelagarnir, og í Grønlandi og Danmark fert tú at búgva á skúlaheimi, eins og floksfelagarnir. Norðuratlantiski studentaflokkurin hevur ein kontaktlærara á hvørjum skúla, eins og har er ein samskipari knýttur at norðuratlantiska studentaflokkinum øll trý árini. Samskiparin virkar í tøttum samskifti við teir 4 skúlarnar, tú gongur á hesi trý árini.

Um norðuratlantiska studentaflokkin, NGK

Vit trúgva, at næmingar í norðuratlantiska studentaflokkinum fáa nakað heilt serligt við sær við at vera í hesum flokkinum. Í norðuratlantiska økinum hava vit ein sterkan mentanarligan felagsskap, sum vit leggja serligan dent á. Næmingarnir lesa og búgva í fýra londum, sum hava nógv til felags, men sum eisini geva næmingum hvør sítt serliga fokus á norðuratlantiska fakligheit. Næmingarnir skulu ikki bert lesa saman, men búgva eisini saman størsta partin av tíðini í ungdóms- og skúlaheimsbústøðum, og hetta gevur eina kenslu av felagsskapi og at ein er partur av eini størri ”familju”. Tilsamans skapar hetta sterk sosial bond. Við einum studentsprógvi frá norðuratlantiska studentaflokkinum fær næmingurin møguleika at verða til reiðar til framtíðarinnar arbeiðsmarknaðin við stórum opinleika, har hædd verður tikin fyri ymiskleika, uppfatan av fólkaræði og mentan við fokusi á eitt sterkt norðurlendskt og norðuratlantiskt netverk.

Vi ser frem til at høre fra dig

Skriv til os

Fold ud

Tak for din besked - vi kontakter dig snarest

leaves
Adresse

NGK

c/o Gribskov Gymnasium

Østergade 52
3200 Helsinge
Denmark

post@gribskovgymnasium.dk

EAN
5798 000 557 451
CVR nummer
29 55 39 47

Kontor og telefontid

8.00-15.00
(fredag 8.00-14.00)

Tlf. kontor: +45 48 79 84 10