NGK-breytin
Breyt og lærugreinir í norðuratlantiska studentaflokkinum
Tú fært eina almenna studentaútbúgving, har profillærugreinarnar eru biotøkni A, arktisk tøkni C, støddfrøði A og alisfrøði B.
Harumframt hevur tú hesar lærugreinir: Almenn málfatan, náttúruvísindalig innleiðsla, danskt A, søga A, enskt B, ítróttur C, samfelagsfrøði C, fornaldarfrøði C, religión C, miðlakunnleiki C og mentan C.
Allir næmingar hava danskt A og undirvísingin er á donskum. Føroysku, íslendsku og grønlendsku næmingarnir hava móðurmálsfrálæru í ávikavist føroyskum A, íslendskum A og grønlendskum A. Donsku næmingarnir skulu velja millum franskt B, týskt B og grønlendskt A.