NGK OG ÚTREIÐSLUR

NGK OG ÚTREIÐSLUR

Tað eru útreiðslur knýttar at lesnaðinum í NGK. Næmingarnir skulu gjalda fyri ferðing, uppihald og livikostnað. Skúlarnir arbeiða málrættað við at fáa stuðul til hesar útreiðslur frá grunnum og fyritøkum, til dømis Nordplus og NATA.

 

Ferðin millum Føroyar, Danmark og Ísland kostar uml. 2000 kr., meðan ferðin til Grønlands liggur á uml. 7000-8000 kr. Prísirnir eru vegleiðandi, men tað loysir seg altíð at keypa ferðaseðlar í góðari tíð.

 

Bústaðar útreiðslurnar í teimum fýra londunum: 

  • Ein lestraríbúð í Danmark kostar 485,-(18m2) ella 5235,- (30m2) pr. mánað + nýtslu 500,-/mánað í ákontuupphædd. Leiðan er vanlig frá august-juni. Tú skalt hava í huga, at tú eisini skal gjalda eitt undangjald fyri 3 mánaðar húsaleigu og depositum við skúlaársbyrjan. Í Danmark er eitt vaskarí knýtt at skúlanum.
  • Í Føroyum búgva næmingar hjá familjum, har næmingurin skal gjalda uml. 4000 kr. í leigu. Næmingurin er partur av familjuni og tískil er matur eisini við í prísinum. Føroysku næmingarnir búgva vanliga heima, og gjalda tískil ikki nakra leigu, men hava møguleika at hava aðrar næmingar í NGK-flokkinum búgvandi, sum gjalda vanliga leigu til familjuna.
  • Eins og í Føroyum, so búgva næmingarnir hjá vertsfamiljum í Íslandi. Prísurin fyri leiguna í Íslandi liggur á uml. 4500 kr.
  • Í Grønlandi búgva næmingarnir á einum skúlaheimi, har tey gjalda 1000 kr. um mánaðin. Næmingarnir standa sjálvir fyri matgerð og innkeypinum. Ein felagskøkur er knýttur at hvørjari gongd í skúlaheiminum.
  • OBS: prísirnir eru vegleiðandi og kunnu broytast frá ár til ár.

 

Allir skúlar hava eina kantinu, har næmingarnir hava møguleika at keypa mat fyri 30-40 kr. fyri eina máltíð.

 

Tað eru ikki eyka útreiðslur til fagbøkur, men eitt gjald fyri at kopiera o.a. kann koma fyri.

 

Harafturat, so kunnu verða útreiðslur knýttar at ymiskum tiltøkum, sum td. intro túrum, útferðum og líkandi. Eingin útreiðsla er til námsferðir.

 

Um spurningar eru viðvíkjandi útreiðslum, sum eru knýttar at NGK, so ert tú vælkomin at skriva til post@gribskovgymnasium.dk

Vi ser frem til at høre fra dig

Skriv til os

Fold ud

Tak for din besked - vi kontakter dig snarest

leaves
Adresse

NGK

c/o Gribskov Gymnasium

Østergade 52
3200 Helsinge
Denmark

post@gribskovgymnasium.dk

EAN
5798 000 557 451
CVR nummer
29 55 39 47

Kontor og telefontid

8.00-15.00
(fredag 8.00-14.00)

Tlf. kontor: +45 48 79 84 10