NGK
Hvat er NGK?
Norðuratlantiski studentaflokkurin er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving.
Í norðuratlantiska studentaflokkinum ganga næmingar úr teimum fýra londunum í sama flokki í trý ár.
Flokkurin hevur sín egna náttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum biotøkni, arktiskari tøkni, støddfrøði og alisfrøði.
Sum næmingur í norðuratlantiska flokkinum tekur tú 1. árið á Gribskov Gymnasium, 2. árið á Miðnámi á Kambsdali og á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík og 3. árið í Sisimiut.
Ætlar tú tær at ganga í norðuratlantiska flokkinum, skal tú innan 1. mars senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk og kambsdalur@kambsdalur.fo.