Teir 4 miðnámsskúlarnir

Gribskov Gymnasium er tann syðsti norðuratlantsskúlin í samstarvinum. Skúlin liggur beint við skóg, og vit nýta lokala nærumhvørvið so nógv, sum vit kunnu í undirvísingini. Umhvørvið á miðnámsskúlanum er merkt av ungum menniskjum, sum eru eldhugað og kreativ í gerandisdegnum. Fólkaræði og høg faklig krøv eru týðandi partar av miðnámsumhvørvinum á Gribskov Gymnasium. Mynd.

Miðnám á Kambsdali er í Føroyum. Skúlin er ein miðnámsskúli, har arbeiðsgleði, samstarv og innovatión eru í hásæti. Sum næmingur í norðuratlantiska studentaflokkinum verður tú partur av virkna nærumhvørvinum og samstarvi við vinnulív og stovnar. Vit leggja stóran dent á at brúka fakligheitina, vit læra í gerandisdegnum. Skúlin hevur umleið 500 næmingar og liggur í lítlu bygdini Kambsdali við vøkrum útsýni yvir fjørðin og grøn fjøll.

Verzlunarskóli Íslands í Reykjavík í Íslandi hevur sterkar siðvenjur og er ein av fremstu miðnámsskúlunum í Íslandi. Skúlin styrkir næmingarnar til at taka lut í vinnulívi og fólkaræði í samfelagnum. Miðnámsskúlin liggur í einum framkomnum høvuðsstaði og leggur dent á arbeiðsmarknað og tøknifrøði. Á ”Versló” verður tú styrkt/ur í at arbeiða við kreativari, sjálvstøðugari og praktiskari hugsan. Beint uttanfyri Reykjavík liggja mong fjøll og eitt geotermiskt landsslag.

GUX Sisimiut liggur beint norðanfyri polarkringin í Grønlandi. Á GUX Sisimiut er eitt virkið og tætt miðnáms- og skúlaheimslív, tí nærum allir næmingarnir búgva á skúlaheiminum. Sisimiut er ein býur við 5.000 íbúgvum og er einasti tøkniligi og náttúruvísindaligi miðnámsskúlin í Grønlandi við fleiri tøkniligum lærugreinum á A-stigi. Her fært tú eisini lærugreinir sum arktiska tøkni og mentanarlærugreinir á grønlendskan hátt. Í gerandisdegnum samvirka næmingarnir við íbúgvarnar og felagslív í býnum. Umhvørvið rundan um Sisimiut er opið fyri øll og tú kanst fara gongutúrar í fjøllunum, standa á skíðum og koyra í hundasleðu ella á kavaskutara.

Tú byrjar fyrsta árið á Gribskov Gymnasium og endar 3.s. við eini litríkari próvhandan á GUX Sisimiut. Studentsprógv frá NGK gevur atgongd til eitt breitt úrval av styttri, miðallongum og longri hægri útbúgvingum. Tað kundi til dømis verið upplagt at lisið víðari í norðuratlantiska økinum, eitt nú á arktiskum verkfrøðingalesnaði í Grønlandi, tikið eina norðuratlantiska masterútbúgving í einum NORA-samstarvi ella eina náttúruvísindaliga ella samfelagsvísindaliga arktiska útbúgving í Føroyum, Grønlandi, Íslandi ella Danmark. Sí her, hvørjar hægri útbúgvingar norðuratlantiski studentaflokkurin gevur atgongd til.

Vi ser frem til at høre fra dig

Skriv til os

Fold ud

Tak for din besked - vi kontakter dig snarest

Adresse

NGK

c/o Gribskov Gymnasium

Østergade 52
3200 Helsinge
Denmark

post@gribskovgymnasium.dk

EAN
5798 000 557 451
CVR nummer
29 55 39 47

Kontor og telefontid

8.00-15.00
(fredag 8.00-14.00)

Tlf. kontor: +45 48 79 84 10
Fax: +45 48 79 84 07